Tíðindi

15.04.2021
Námsfrøðingur til stovueindina á Brekku

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi til stovueindina á Brekku. Talan er um stovu við børnum í aldrinum 0 til 3 ár.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipani, at:

  • Saman við øðrum at hava námsfrøðiliga ábyrgd í gerandisdegnum
  • Vera við til at menna námsfrøðiliga tilboðið í samstarvi við starvsfólkini á eindini
  • Skipa geransdagin við atliti til barnsins aldur og tørv
  • Vera íverksetandi og luttakandi saman við børnum
  • Vera undangongufólk í foreldrasamstarvinum

Vit ynskja, at tú:

  • Hevur royndir innan dagstovnaøkið
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert virkin, røkin og hevur áræði at skapa umstøður, har børnini gleðast,trívast og mennast
  • Hevur góð samstarvsevni bæði við børn, foreldur og starvsfólk.

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett 1. mai ella skjótast skjótast møguligt.Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 29. apríl.

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag.
Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Meira fæst við at venda sær til Harriet Lydersen leiðara á tlf: 213988 ella Elin Linklett varaleiðara í Dagrøktuni á tlf:788149.

Tú søkir starvið við at trýsta via leinkjuna: Søk starvið her.

Onnur tíðindi
23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026

23.03.2026

Earth Hour í Klaksvík

19.03.2026

Námsfrøð­ingar ella hjálpar­fólk

13.03.2026

Send okkum títt hugskot!