Tíðindi
29.04.2026
Summaransing 2026
Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Tilmeldingin til summaransing er opin til og við mánadagin 11. mai.
Fyri at kenna veruliga tørvin, og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna best møguligt, er ynskiligt at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á summaransing. Ein tílík skipan krevur góða planlegging, tí har eru bæði nógv børn og starvsfólk, sum skulu halda sína summarferiu.
Foreldur verða tí biðin um at boða frá her á síðuni, hvønn tørv barnið hevur á summaransing.
Melda til her: Summaransing 2026
Onnur tíðindi
29.04.2026
Býráðsskráin 30. apríl
29.04.2026
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar
28.04.2026