Tíðindi
Avrátt er at halda norðoyastevnuna 6. juni 2021 við kappróðri og tí, sum hoyrir til.
Fyri at binda um heilan fingur varð skipaður ein fundur saman við Pál Weihe, yvirlækna og umbøðum fyri feløg, sum eru við í fyrireikingunum av noroyastevnuni.
Pál vísti á verandi Koronu-tilmæli um at halda frástøðu og reinføri, men fegnaðist um at vaksineringin gongur sína góðu gongd, og at júst nú er sjúkugongdin góð í Føroyum – Henda broytingar, so kann støðan verða tikin upp til nýggja støðutakan.
Men sum er kunnu 500 savnast í skipaðum bólkum. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað er lætt og ómakaleyst at uppspora smittu, um tað gerst neyðugt – tað merkir m.a. at fólk eru eyðmerkt við telefon nr.
Pál helt ikki at dansur/diskotek kann koma undir skipaður bólkur, mest tí at tá verður kravið/tilmælið um fráleika ikki hildið og alt ov nóg ymisk fólk hittast í alt og stuttari frástøðu. Hann mælti frá ”eingilskum dansi”.
Tó hevði Pál saman við dansifeløgum, sum skipa fyri føroyskum dansi, gjørt eina mannagongd fyri dansi, har í mesta lagi 100 fólk savnast, har ymiskar ásetingar fylgja við.
Útitiltøk, har fólk hava atlit til frástøðu, kunnu vera skipað og um fleiri fólk savnast, so ber til at skipa savningina í ymisk øki. Útbúnaður, sum verður nýttur at fleiri, skal sprittast regluliga.
Jú, hetta ljóðar eitt sindur tekniskt, men norðoyastevnan verður hildin við atliti at frástøða og umhugsni í mun til koronu.
Kappróður verður, ítróttur av ymiskum slag, framsýningar, skúðgongur og fólkafundir.
Tey feløg og einstaklingar, sum ynskja at seta tiltøk á skrá á norðoyastevnu, kunnu gera hetta á leinkjuni her: norðoyastevna 2021





Ferðslukunning í samband við U21 landsdyst

Grundlógardagin verður stongt kl. 12.00

Stongt vegna starvsfólkaútferð
