Tíðindi

27.04.2021
Jóhan við Neyst takkar fyri seg

1. mai fer Jóhan við Neyst úr starvi, eftir at hava starvast í Klaksvíkar kommunu í samfull 20 ár.

Seinnapartin í dag var ein lítil samkoma fyri Jóhan við Neyst, sum gevst í starvinum vegna aldur. Borgarstjórin, Karl Johansen hevði eina røðu og boðið var til lætt ábit.

Eisini Jóhan nýtti høvið at taka samanum starvstíðina, har hann m.a. nevndi, at hann hevði starvast undir fimm ymiskum borgarstjórum. Fyrst Jógvan við Keldu, Steinbjørn O. Jacobsen, Gunvu við Keldu, Jógvan Skorheim og seinast Karl H. Johansen.

Jóhan við Neyst er útbúgvin maskinmeistari, og var í 2001 settur sum leiðari fyri vatndeildina, men fekk skjótt eisini ábyrgd av gøtuljósunum í kommununi, og seinnu árini eisini sjóhitaskipanini.   
Nógv er broytt seinastu árini, tí í dag fáa allir borgarar sóttreinsa vatn, og nevnast kann, at Klaksvíkar kommuna var fyrsta kommuna í landinum, sum kundi bjóða øllum sínum borgum sóttreinsa vatn. Tá Jóhan byrjaði í starvinum vóru tað einans vinnuvirkir og partar av eystaru síðu, sum fingu sóttreinsa vatn.

Klaksvíkar kommuna takkar Jóhan fyri tíðina og ynskir blíðan byr framyvir.

Onnur tíðindi
16.09.2025

Send okkum gjarna tíni hugskot!

16.09.2025

Dagføring: Mold- og eyrgoymslan fyribils flutt

09.09.2025

Boða frá vespubýli

04.09.2025

Kommunu­stjóri til Klaksvíkar kommunu