Tíðindi

10.05.2021
Námsfrøðingar til Dr.Margrethu Barnagarð

Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 09. august 2021, ella eftir nærri avtaðu. Tímatalið er millum 30 og 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15. Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár.

Vit vanta av tær :

  • at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur.
  • at tú kanst skapa ein góðan, fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum.
  • at tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði og vil virka fyri einum fakliga høgum støði.
  • at tú tekur ábyrgd og hevur yvirblikk.
  • at tú kanst arbeiða sjálvstøðug/ur og kanst taka avgerðir.
  • at tú ert kveikjandi fyri børn og starvsfólk.
  • at tú ert týðilig / ur í samskifti, ert smidlig/ur og leggur dent á gott samstarv.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 22. Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Vivian B. Samson á tlf. 225719

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7.juni 2021 kl. 12.00. Setunarsamrøður verða í viku 25. Um ongin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Umsóknin skal sendast til margretha@margretha.fo, ella sum bræv til Dr. Margrethu Barnagarður, Gerðagøta 14, 700 Klaksvík

Tú kanst lesa meir á heimasíðuni www.margretha.fo

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku