Tíðindi

27.05.2021
Tekna títt býarrúm

Í samband við Virkið vár, so verður skipað fyri eini listaframsýning, har barnagarðsbørn og børn og ung í skúlaaldri fáa møguleika at mynda okkara býarrúm við teirra hugflogi.

Evnið til listaframsýningina er #míttbýarrúm. Endamálið er at fáa børn og ung at nýta sítt hugflog, og at fáa innlit í, hvussu børn og ung síggja býarrúmið tey ferðast í.

Allar myndirnar verða partur av eini listaframýning á Skúlatrøð á norðoyastevnu, sum verður 5.-6. juni 2021. Harumframt verða tríggjar myndir heiðraðar við einum vinningi, sum borgarstjórin letur.

Øll sum luttaka í kappingini skulu við tunnum blýanti skriva navn á baksíðuna. Tað er eisini ein hjálp, um eitt telefonnummar verður upplýst, so lættliga ber til, at fáa fatur á viðkomandi listafólki. Vinnarin verður funnin á norðoyastevnu.

Í dómsnevndini sita Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini, Dávur Winther, mentanarleiðari og Armgarð Absalonsen, grafiskur sniðgevi og listarfólk.

Vinningarnir eru:

1.    Faber-Castell kuffert (stórt) við einari rúgvu av litbýantum í alskins litum og tilhoyri.

2.    Faber-Castell litblýantar og tilhoyr.

3.    Faber- Castell litblýantar.

Myndirnar kunnu latast inn í Miðlan. Freistin at lata myndir inn er 31. mai.

Onnur tíðindi
10.10.2025

Útbyggja Baldursbrá

08.10.2025

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst á Djúpumýru

07.10.2025

Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina av málinum um fráfaringaraldur

07.10.2025

Myndaframsýning í Svínoy