Tíðindi
20.05.2021
Søkt verður eftir avloysara til dagrøktina
Klaksvíkar kommuna søkir eftir avloysara (vikarum) til dagrøktarskipanina. Arbeiðsstaðið er á stovueindini á Brekku.
Vit hava tørv á álítandi, arbeiðshugaðum og smidligum avloysarum til spælistovuna og vøggustovuna hjá dagrøktini. Sum avloysari kemur tú inn á stovuna, tá arbeiðsfólk berst undan ísamband við sjúku o.a. Hetta merkir, at arbeiðstíðin kann vera skiftandi.
Hevur hetta tín áhuga?
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so ert tú vælkomin at ringja til Harriet Lydersen, leiðara, á tel. 213988. Vit ynskja, at komandi avloysarar kunnu byrja skjóast til ber.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Harriet Lydersen, dagrøktarleiðara, á tel. 213988 ella umvegis teldupost: harrietl@klaksvik.fo.
Onnur tíðindi

01.07.2025
Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini

30.06.2025
Námsfrøðingur ella hjálparfólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025
Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025