Tíðindi

21.05.2021
Námsfrøðingar og hjálparfólk til Fjallafípuna

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum og tveimum hjálparfólkum til barnagarðsstovur at byrja 9. august 2021. Størvini eru 30 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.

Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerðandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiðið, leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlan, inklusjón, viðurkennnandi námsfrøði og Betri vinir.

Vilt tú vita meira um starvið? Týst her: “Námsfrøðingar og hjálparfólk til Fjallafípuna”.

Onnur tíðindi
13.03.2026

Send okkum títt hugskot!

12.03.2026

Væl møtt til grækarismessuhald í Varpinum

12.03.2026

NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldraøkinum

12.03.2026

Løgtingsval 2026