Tíðindi

27.05.2021
Fyrireikað verður til norðoyastevnu

Fyrireikingar til norðoyastevnuna ganga sína gongd og skráin byrjar at taka skap, tó at eitt sindur av stígi kom í.

Í samráð við Pál Weihe, yvirlækna er avrátt, at fyriskipanirnar kunnu ganga sína gongd, tí sum støðan er nú við fáum tilburðum, eins og hildið verður at gott tak er á smittuketuni – samstundiis sum nógv fólk eru í sóttarhaldi, ber til at miðja eftir, at Norðoyastevnan verður, sum ætlað 5. og 6. juni.

Hendir nakað óvæntað í komandi døgum, verður støðan tikin upp av nýggjum. Tí er eisini at vóna, at tey, sum sita í sóttarhaldi, vanda sær um.

Tey feløg og einstaklingar, sum ynskja at seta tiltøk á skrá á Norðoyastevnu – freistin fyri at koma  á skránna er fríggjadagin 28. mai, kunnu gera tað á leinkjuni her: norðoyastevna 2021

Onnur tíðindi
29.10.2026

Minningarhald teirra sjólátnu

28.10.2026

Býráðsskráin 29. oktober

28.10.2026

Starvs­fólk til Blákolluna (longd freist)

23.10.2026

Dagføringar gjørdar í Badminton­høllini