Tíðindi

10.06.2021
Betra um trygdina í tunlunum norð um fjall

Herfyri skrivaðu borgarstjórnarnir í norðoyggjum undir eitt felags skriv, har teir heittu á landsstýrismannin í samferðslumálum og Landsverk, um at seta átøk í verk, sum kunnu bøta um trygdina í báðum tunlum norður um Fjall.

Í hesum sambandi hevur fundur nú verið millum borgarstjórnarnir og Landsverk, um hvørji tiltøk kunnu setast í verk, til tess at betra um trygdina í báðum tunlunum. Spurningurin er serliga vorðin átrokandi, nú tunga ferðslan er nógv økt í samband við arbeiðið við nýggju tunnlunum.

Fundurin var sum heild sera jaligur og partanir vóru samdir um, at ein skilagóð loysn má finnast, meðan arbeiðið við nýggju tunnlunum er í gongd. Á fundinum kom eisini fram, at Landverk hevur bílagt eina ljósskipan, sum fer at betra munandi um trygdina og sum samstunds fer at lætta um hjá bilførarum, ið ferðast á vegastrekkinum tá ferðslan er uppá tað mesta.

Onnur tíðindi
31.03.2026

Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integratiónssam­skipari í norð­urøkinum

26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026

23.03.2026

Earth Hour í Klaksvík