Tíðindi

11.06.2021
Forskúlaálit handað kommununi

Í mars mánað samtykti Klaksvíkar býráð at seta ein arbeiðsbólk at lýsa møguleikar og kanna fyrimunir og vansar við at skipa ein forskúla á Skúlatrøð í Klaksvík, og hósdagin fekk Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung álitið handað.

- Vit skulu hesi komandi árini gera stórar íløgur í bæði dagstovnaøkið og á Skúlatrøð, har tilgongdin at fyrireika og fremja 2. og 3. byggistig longu er byrjað. Tí er hetta júst rætta løtan hjá býráðnum at kanna og viðgera spurningin um forskúla ella ikki, tí tann avgerðin hevur stóra ávirkan á, hvussu bæði dagstovnaøkið og skúlin skulu skipast og útbyggjast víðari, sigur Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.

- Hetta er eitt týðandi og prinsippielt mál, sum mær kunnugt ongantíð áður hevur fingið nakra stórvegis viðgerð. Tí var tørvur á at geva nevndum og býráðnum eitt kvalifiserað grundarlag at viðgera málið útfrá.

- Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum, sum býráðið setti 25. mars, var at lýsa møguleikarnar og at greiða frá fyrimunum og vansum við at skipa ein forskúla á Skúlatrøð, soleiðis at vit í politisku skipanini fáa eitt grundarlag til at viðgera málið útfrá, sigur Eyðstein. 

Arbeiðsbólkurin, sum var mannaður við umboðum fyri dagstovnaøkið, skúlan, námsfrøðiligu ráðgevingina, umsiting og býráðslimir, hevur verið á vitjan í øðrum kommunum, sum hava skipað forskúla, fyri at síggja umstøður og hoyra um teirra royndir. Serfrøðingar í og uttan fyri bólkin hava lagt fram sína vitan um námsfrøðilig tilmæli í sambandi við forskúlar og líknandi skipanir og skiftini millum tilboð. Arbeiðsbólkurin hevði síðani nakrar viðgerandi fundir, har ástøðir og viðkomandi faklig evni og uppskot vórðu umrødd, og tilmælini til býráðið orðað. 

Ráðgevingarfyritøkan CommIT hjá Ingibjørg Berg og Theresu Turidardóttir Kreutzmann hevur staðið fyri tilgondini og hevur samskipað arbeiðið við álitinum.

- Hósdagin var álitið handað, og samstundis var framløga fyri býráðslimum, sum eisini fingu høvi at seta spurningar, og nú verður álitið lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til umrøðu og viðgerð, upplýsir Eyðstein Ó. Poulsen, nevndarformaður.

Arbeiðsbólkurin
Í arbeiðsbólkinum vóru hesi umboð:
1. Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í Trivnaðarnevndini børn & ung, formaður í arbeiðsbólkinum
2. Karl Haldorsson Johansen, borgarstjóri
3. Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, umboð fyri býráðsminnilutan
4. John Færø, trivnaðarstjóri
5. Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipari
6. Ann Mari Kjølbro, umboð fyri dagstovnaleiðarar
7. Maja Højsted umboð fyri dagstovnaleiðarar
8. Jórun Andreasen, forkvinna og foreldraumboð í skúlastýrinum
9. Vagn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð
10. Rannvá Joensen, starvsfólkaumboð á Skúlatrøð  
11. Anja Mikkjalsdóttir Olsen, umboð fyri Námsfrøðiligu Ráðgevingina (NR)

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu