Tíðindi

22.09.2021
Føroyanevndin vitjaði ítróttardepilin

Føroyanevndin hjá Fólkatinginum er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Í gjár varð vitja í Klaksvík, har tey eitt nú fingu eina rundsýning í ítróttardeplinum. Ferðalagið telur 10 limir, har Edmund Joensen og Sjúrður Skaale eru ávíkavist formaður og næstformaður.

Borgarstjórin Karl Johansen beyð vælkomin á loftinum í KÍ høllini og síðani hevði Eirikur í Jákupstovu, vinnu- og mentanarstjóri, eina framløgu um kommununa, har hann legði í síni framløgu dent á vaksandi inntøkurnar og fólkavøksturin seinnu árini, umframt tær íløgur, sum eru gjørdar í og kring miðbýin. Eftir tað vísti Torkil Mørkøre, leiðari fyri ítróttardepilin, gestunum góðu umstøðurnar hjá ítróttinum. Seinni fekk ein errin Hilmar Danielsen høvi at greiða frá arbeiðinum hjá KÍ.

Eftir vitjanina gekk leiðin til umsorgarnarheimið Gloria, umframt at vitja eisini varð í Christianskirkjuni, Betesda, Føroya Bjór og Looknorth. Ferðalagið fer aftur til Danmarkar hósdagin.

Gestirnir takkaðu fyri blíðskapin og vóru sum heild sera áhugaðir og høvdu nógvar spurningar um Klaksvík og føroysk viðurskifti annars.

Onnur tíðindi
29.09.2026

Ferðslu­kunning: U21 Føroyar - Luksemborg

28.09.2026

Starvs­fólk til sertilboðið í Fjallafípun

28.09.2026

Væleydnaður upplýsingarfundur við tilflytarar

28.09.2026

Vakrastu urtagarðar­nir í Klaksvík 2026 eru funnir