Tíðindi
Í dag hevur føroyska U21 landsliðið leikt ímóti Norðurmakedónia. Hetta er fyrsti dystur hjá U21 landsliðnum, ið verður leiktur í Klaksvík. Áður hava dystirnir hjá U21 landsliðnum verið leiktir í Tórshavn og á Toftum
Síðan leikvøllurin við Djúpumýru fekk sína UEFA flokk 2 góðkenning, hevur Fótbóltsambandið nevnliga víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnulandsliðnum, U21 og øðrum ungdómslandsliðum í Klaksvík. Tí er landsdysturin í dag søguligur, við tað at dysturin markerar eina nýggja tíð fyri altjóða fótbóltsdystum í Klaksvík.
Hóast nakað av vindi og regni, var fitt av áskoðarum til dystin, so stemningurin kring vøllin var sera góður. Úrslitið av dystinum gjørdist javnleikur 1-1 og spældu báðir klaksvíkingarnir á liðum, Jonn Johannesen og Børge Petersen, við frá byrjan.






Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini

Námsfrøðingur ella hjálparfólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap
