Tíðindi

20.10.2021
Næsti býráðsfundur verður 28. oktober

Býráðsfundurin, sum skuldi vera 21. oktober er fluttur eina viku fram.

Fundurin er fluttur orsaka av, at temafundur um fíggjarætlan skal avgreiðast, áðrenn fíggjarnevnd og býráð hava sínar regluligu fundir í oktober.

Siðvenja hevur eisini verið, at ongir fundir liggja í heystferiuni, tískil var temafundurin ikki á skrá fyrr enn í hesi vikuni.

Skráin fyri býráðsfundin, sum verður 28. oktober, verður tøk mikudagin seinnapart 27. oktober.

Regluligu býráðsfundirnir eru almennir. Til ber eisini at stroyma fundin beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Onnur tíðindi
08.05.2024

Broytingar í ferðsluni

07.05.2024

Summar­ansing 2024

07.05.2024

Ein virkin vika farin aftur um bak

07.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna