Tíðindi

28.10.2021
Borgarar í kommununi sleppa til orðanna

Býráðið hevur í kvøld samtykt at gera eina borgarakanning. Endamálið við kanningini er at vita, hvat borgarar, og onnur, halda um tænasturnar, sum kommunan veitir.

Kanningarúrslitini verða viðgjørd í politisku skipanini og í fyrisitingini við tí endamáli at kunna veita eina betri, og miðvísari tænastu.

Úrslitini eru serliga viðkomandi fyri býráðið og fyrisitingina, tá ið nýggjar tænastur verða mentar, ella verandi tænastur skulu byggjast út.

Ætlanin er at gera kanningina við spurnarkanningum, samrøðum og borgarafundum. Býráðið játtaði einmælt 200.000kr til kanningina.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at tað hevur týdning at taka borgaran, vinnu, mentan og ítrótt, og onnur, við upp á ráð í arbeiðinum, sum Klaksvíkar kommuna ger, og í samband við tær framtíðarætlanir, sum býráðið hevur.

- Teir flestu borgararnir hava ynskir og upplivingar, sum vit kunnu brúka í arbeiðinum at skipa virksemið í kommununi. Borgarakanningar hava verið nýttar áður. Nevnast kann vakstrarkanningin í 2011 og borgarakanningar á dagstovnaøkinum og á eldraøkinum, men hetta eru longu nøkur ár síðani, sigur Karl Johansen, sum gleðir seg at fara undir tilgongdina.  

Onnur tíðindi
30.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá KÍ

25.07.2025

Endur­nýtslan stongd á Ólavsøku

24.07.2025

Býarbussu­rin koyrir ikki á Ólavsøku

23.07.2025

Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjóri