Tíðindi

19.11.2021
Fíggjarætlanin samtykt

Á býráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð fíggjarætlanina fyri komandi ár.  Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu er komandi ár mettar til 310 mió. Av teimum 310 mió. eru 111,5 mió. kr. settar av til íløgur. Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin, sum í dag er ávíkavist 20,75% og 5.500 kr., skal vera óbroytt í 2022.

Samtyktin av fíggjarætlanin merkir, at kommunan komandi ár fær eitt hall á 18,8 mió. kr. Orsøkin til hallið er, at nógvar átrokandi og týdningarmiklar verkætlanir eru í ger. Hesar íløgurnar hevur býráðið avgjørt skulu halda áfram og fáast lidnar, soleiðis, at tær kunnu koma borgarunum í kommuni til gagns.

 

Býráðssamtyktir frá býráðsfundinum 18. november 2021

 

Gørn orkuloysn á Fossum

Á fundinum í gjár tók býráðið somuleiðis undir við, at arbeiðast skal víðari við at finna eina felags grøna orkuloysn á Fossum. Samtyktin merkir, at umsitingin fer at arbeiða víðari við, hvør besta orkuloysnin á Foassum skal vera.
Umsitingin hevur saman við SMJ m.a. arbeitt við og samanborið eina loysn við jarðhita og sjóhita. Hetta arbeiðið heldur nú fram.

Onnur tíðindi
10.10.2025

Útbyggja Baldursbrá

08.10.2025

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst á Djúpumýru

07.10.2025

Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina av málinum um fráfaringaraldur

07.10.2025

Myndaframsýning í Svínoy