Tíðindi
Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi / hjálparfólki til Garðastovu, sum er serstovan í Snjallubjallu at byrja 11. Auguast 2026. Eisini hava vit tøv á avloysarum til allan stovnin.
Snjallabjalla er frítíðarskúlin í Klaksvíkar Kommunu og húsast á Skúlavegi 1, í GarðaLisu og í norðara enda í KÍ-høllini.
Tá skúladagurin er liðugur hjá fittu børnunum í 1. og 2. flokki, renna tey yvir til Snjallabjallu, her koma dagliga umleið 165 børn og vit eru 26 starvsfólk, sum arbeiða meðan vit hava opið, millum klokkan 11.00-17.00.
Vit sóknast eftir:
- Einum námsfrøðingi ella hjálparfólki til Garðalisu 25 tímar um vikuna
- Avloysarum til allan stovnin. Kanst tú avloysa av og á. Vilja vit fegin hoyra frá tær.
Snjallabjalla skal vera eitt mennandi og gott stað/umhvørvi at vera í. Vit leggja m.a. dent á:
- Skikkað starvsfólk. Tað merkir – sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørv barnanna eftir teirra fortreytum. Sum starvsfólk í serstovu, verður væntað, at ein megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at ein er áhugaður í at seta seg inn í samskiftisamboð, s.s. Tekn til Talu, Piktogrammir o.a.t.
- Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. At børnini kunnu spæla saman uttan mun til flokk, aldur, kyn og áhuga og at dentur verður lagdur á frið og samljóð.
- Samskifti. Tað merkir, at vit ynskja, at eitt sjónskt og skapandi samstarv er millum foreldur, skúla og frítíðarstovn. At eitt gott og samskipað kunningarstøði er millum skúlan og frítíðarstovnin.
- Góðar karmar. Tað merkir, at karmar um og innihald í frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk ítriv í tryggum kørmum og at pláss er fyri tí einstaka.
Sum starvsfólk skalt tú, saman við børnunum, seta ting í gongd og harvið verða partur av at gera dagin á frítíðarstovninum spennandi og mennandi.
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg og hevur tú hug at vita meira um størvini og stovnin kanst tú venda tær til Beintu Klakstein, leiðara á tlf 21 88 78.
Skrivlig umsókn, saman við prógvi og viðmælum, skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 2. august 2026.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Garðastovu
Blómudagur í besta veðri og bakandi sól
Tveir sosialráðgevarar til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum