Tíðindi

16.07.2026
Blómudagur í besta veðri og bakandi sól

Í gjár var Blómudagur í Klaksvík. Dagurin byrjaði tíðliga við eini verkstovu, har børn lærdu at mála eina føroyska blómu og helt áfram allan dagin við verkstovum, sum allar fagnaðu føroysku náttúruni.

Vit plantaðu, gjørdu blómuprýði, vóru á blómuveiðu og smakkaðu køkuna, sum vann køkukappingina "Søta Blóma" Dagurin endaði við eini gandakendari løtu í vøkru viðarlundini úti í Grøv, har fólk hugnaðu sær við grillunum og spæli í ánni, meðan Steintór og vinfólk undirhildu.

Onnur tíðindi
16.07.2026

Starvs­fólk til Garðastovu

16.07.2026

Tveir sosial­ráð­gevarar til Barna­verndar­tænastuna í Norð­oyggjum

15.07.2026

Ferðslu­kunning í samband við Conference League