Tíðindi

19.11.2021
Øll tilboð tøk seinnu helvt av komandi viku

Í samráð við heilsufakligu ráðgevingina er støða tikin til, at latið verður upp fyri øllum tilboðum á trivnaðarøkinum frá hósdegnum 25. november.

Tað merkir, at tilboðini, sum hava verið tøk hesa vikuna, eisini verða tað í komandi viku, men at Húsið, Snjallabjalla og spælistovan hjá dagrøktini ikki lata upp fyrr enn hósdagin í komandi viku.

 

Dagstovnarnir
Dagstovnarnir hava opið.

 

Kommunala dagrøktin
Dagrøktin hevur opið. Tó letur spælistovan ikki upp fyrr enn 25. november.

 

Frítíðarskúlin
Snjallabjalla hevur opið fyri 1. flokki. Frá 25. november verður tilboðið eisini tøkt fyri 2. flokki.

 

Húsið
Húsið letur upp 25. november.

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn