Tíðindi

15.12.2021
Býráðsskrivstovan um jólini

Í sambandi við jóla- og nýggjárshøgtíðina verður býráðsskrivstovan stongd frá hósdegnum 23. desember 2021. Opið verður aftur mánadagin 3. januar 2022.

Borgarar, sum hava átrokandi boð til kommununa hetta tíðarskeiðið, kunnu seta seg í samband við.:

  • Eru trupulleikar við vatnveitingini o.tl. tel. 221734 (Vatndeildin)
  • Annað, so sum vegir, kloakk v.m, tel. 216488 (Vegadeildin)
  • Barnaverndartænastan tel. 219181 (Barnaverndin)

Grótbrotið er somuleiðis stongt hetta tíðarskeiðið. Eru átrokandi ørindi, fæst samband við Grótbrotið á tel. 228280.

Endurnýtslan hevur opið gerandisdagar. Tvs. at hetta tíðarskeiðið hevur Endurnýtslan stongt almennar frídagar, men hevur opið sum vanligt aðrar dagar. Tikið verður ikki móti lutum til Dugna frá 23. desember til 3. januar.
Býráðsskrivstovan hevur telefon 41 00 00, har ein sjálvvirkandi telefonsvarari veitir upplýsingar um omanfyri nevndu og onnur telefonnr., har borgarar kunnu ringja.

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum eini gleðilig jól.

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað