Tíðindi

20.12.2021
Jógvan Ósá nýggjur tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur í dag gjørt av, at seta Jógvan Ósá í starv sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu.

Jógvan Ósa er 36 ár. Hann er húsasmiður, bygningskonstruktør og kandidatur í leiðslu og informatik. Harumframt hevur hann útbúgving í verkætlanarleiðslu og aðrar viðkomandi førleikar. 

Jógvan Ósa er búsitandi í Klaksvík, og hevur síðan 2017 starvast sum tekniskur leiðari í Eysturkommunu. Hann hevur sostatt gott innlit í tekniska økið og kommunala fyrisiting, umframt verkligar royndir, sum húsasmiður og bygningskonstruktør. Bæði í Føroyum og í Danmark.

Tá freistin at søkja starvið sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu var úti, vóru 11 umsóknir. Tríggir umsøkjarar vóru til samrøðu. 

Jógvan Ósá tekur við starvinum 1. februar 2022.

Onnur tíðindi
27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað

25.06.2025

Býráðsskráin 26. juni 2025

24.06.2025

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin