Tíðindi

24.06.2025
Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin

Hósdagin 26. juni byrjar súkkluferðin hjá Team Rynkeby, og aftur í ár verða súkklararnir sendir avstað frá Smæruni á Kjalarvegnum 48.

Øll eru hjartaliga vælkomin at ynskja ferðaliðnum góða ferð. Bjóðað verður kaffi, køka og okkurt søtt til børnini. 

Skráin:

Kl. 10.30: Súkklurnar verða vístar fram, og høvi verður at heilsa upp á Team Rynkeby. Eisini er møguleiki at keypa og stuðla listaverkum, sum børnini í Blákolluni hava málað til endamálið. 

Karl Johansen, borgarstjóri, og Meiken Michaelsen, umboðandi Team Rynkeby, halda røður og Rani Nolsøe syngur tvey løg.

Kl. 11.15: Fráferð av Kjalarvegnum. Súkklað verður út til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum súkklarunum eina góða ferð. 

Onnur tíðindi
23.05.2026

Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum

22.05.2026

Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin

21.05.2026

Atlantic Fair aftur í 2028

20.05.2026

Stongt fyri allar ferðslu undir Fossum