Tíðindi

22.12.2021
Klinikkatstøðingur til Barnatannrøktina

Søkt verður eftir klinikkatstøðingi at arbeiða 1 dag um vikuna (mikudag), svarandi til 7,5 tímar (brøk 0,19) hjá Barnatannrøktini í Klaksvíkar kommunu. Starvið verður sett skjótast møguligt.

Í løtuni starvast 8 starvsfólk á Barnatannrøktini, har vit arbeiða við talgildari journalskipan og røntgenskipan, ávikavist TK2 og Digora. Klinikkatstøðingurin, sum vit leita eftir, kemur at arbeiða á klinikkini og annars ganga til handa á klinikk og sterilisatiónini. Umframt vanliga tannlækna-arbeiðið leggja vit á stóra áherðslu á fyribyrging, frálæru og kunning um tannrøkt. 

Persónligir eginleikar
Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert jalig/ur og fyrikomandi, og at tær dámar at arbeiða við børnum og ungum. Eisini leggja vit dent á nærlagni og sjálvstøðugt arbeiði.


Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Markus Hvannastein, tannlæknaleiðara, á tlf: 455651 ella 255652

Umsókn
Umsókn við avrit av prógvi, lívsrensl (cv) o.ø. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. januar 2022. 


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Barnatannrøktina.

Onnur tíðindi
05.01.2026

Tøk grund­stykkir

01.01.2026

Býráðsfundir í 2026

27.12.2025

Boða frá nýggjársbáli

19.12.2025

Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir á Fossum