Tíðindi

15.12.2021
Leiðari til nýggja dagstovnin Baldursbrá

Sum leiðari á einum nýggjum stovni, hevur tú møguleika at fáa stóra ávirkan, har tú kemur tú at byggja upp og menna stovnin og starvsfólkini. Baldursbrá er ein nýggjur kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021. Stovnurin hevur frálíka staðseting úti á Oyri, tætt við fjøru og haga, ið leggja upp til at hesi eisini gerast ein natúrliga partur av tí námsfrøðiliga arbeiðnum. Í løtini eru tað 32 barnagarðsbørn á stovninum, men barnatalið fer at vaksa í 2022. 

Førleikar og væntanir:

  • Tú hevur útbúgving og arbeiðsroyndir sum námsfrøðingur
  • Tú hevur hug og hegni at leiða, eggja og samstarva
  • Tú hevur námsfrøðiligar hugsjónir, sum kunnu gagna stovninum
  • Tú kennir til umsitingarligar uppgávur, so sum fíggjarætlan og lønir o.a.
  • Ert kveikjandi og før/-ur fyri at geva íblástur til starvsfólkini
  • Ert opin fyri at skilja støðuna hjá øðrum og dugir at loysa trupulleikar
  • Leggur teg eftir einum góðum samstarvi  

Sum leiðari mást tú:

  • Hava námsfrøðiliga útbúgving
  • Síggja menningarmøguleikar fyri børn í barnagarðsaldri
  • Ganga á odda, menna og mynda Báldursbrá og starvsfólkabólkin
  • Hava visjónir og megna at seta tær mál
  • Vera eldhugað/ur og megna at ráðgeva og vegleiða starvfelagar við útgangsstøði í samskifti, áliti og ábyrgd
  • Kunna at samskifta væl við starvsfólk og foreldur á ein greiðan og innlivandi hátt
  • Megna at samstarva við aðrar stovnar 

Tað er týdningarmikið, at nýggi leiðarin hevur hesar førleikar:

  • Megnar at stjórna, menna og skapa eitt gott námsfrøðiligt tilboð til børnini og starvsfólkini
  • Strembar eftir at skapa eitt gott umhvørvi á stovninum – fyri børn, foreldur og starvsfólk
  • Hevur dirvi til at taka avgerðir, sum eru neyðugar fyri at náa ásettum málum
  • Er álítandi og vísir starvsfólkunum álit
  • Megnar at hava góða og sunna fíggjarstýring umframt fyrisitingarligar førleikar 

Setanarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv, við møguleika fyri niðursettari tíð.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. desembur 2021

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: "Leiðari til Baldursbrá".

 

Vil tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipara, tlf. 284538

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy