Tíðindi

03.01.2022
Heilsa inni og úti

Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini, hevur seinasta árið, vegna býráðið, verið forsprákari fyri betri trivnað, heilsufremjan og at skapa nøkur grøn og innihaldsrík býarrúm í kommununi.

Heilsunevndin hevur í farna ári sett nøkur nýggj tiltøk á breddan. Nevnast kann m.a. virkið vár og virkið heyst, har endamálið var at varpa ljós á kropsliga og sálarliga heilsu, samstundis sum lagt var upp til, at borgarar brúka náttúruna og harvið fáa upplivingar, sum kunnu eggja til góðar útivanar.   

Hetta arbeiðið heldur fram í komandi ári, har m.a. heilsa verður sett á breddan á ymiskan hátt.

 

Bókasavnið verður útbygt

Annika S. Biskopstø sigur, at nógv spennandi fer at mynda heilsuøkið í 2022. Eitt nú fær bókasavnið fleiri fermetrar at húsast í, og tað verður gjørt við at sambinda gamla Isenkram og Bókasavnið á ein vakran og skilagóðan hátt. Tekningar liggja í løtuni á borðinum. 

- Endamálið við hesum er, at vit skapa eitt nýtt spennandi innandura umhvørvi, sum serliga er ætlað okkara smæstu borgarum.

- Eg veit, at fleiri foreldur hava eftirspurt eitt stað, har møguleiki er at vera saman sum familja og hittast við øðrum. Hetta verður nú veruleiki.

- Semja er um at skipa nøkur innandura rúm, har møguleiki er fyri spæli, skapandi menning, djúphugsni og hugnaligum lesikrókum. Somuleiðis skulu karmar vera á staðnum, soleiðis at foreldur fáa møguleikan at hittast, hita eina fløsku upp, geva bróst og skifta barninum. 

- Barnagarðarnir vitja eisini javnan okkara bókasavn, og leingi hevur eitt ynski verið um, at børnini kunnu fáa meiri rásarúm, kunnu eta teirra matpakkar á staðnum og steðga í longri tíðarbili ella vera saman í størri bólkum.

 - Í okkara grannalondum eru fleiri bókasøvn, sum hava ótrúliga góðar karmar. Somuleiðis síggja vit eitt rák á hesum økinum í Føroyum. Klaksvíkar bókasavn er onki aftanfyri, hvat tænastu, úrvali og innihaldi viðvíkur. Men tað verður gott, serliga fyri smábarnaforeldur, at fáa meiri pláss og betri umstøður. Bókasøvn skulu vera tíðarhóskandi og innbjóðandi. Tað er umráðandi at leggja ein góðan mentanarligan botn, stimbra lesivanarnar hjá børnunum, skapa ró og innlivan og geva einstaklingum íblástur. Samfelagið er eisini okkara børn og dýrabæra tíðin vit fáa saman við teimum.

 

Sjósvimjarar fáa betri umstøður

Eitt annað átak, sum forkvinnan í heilsunevndini gleðist um, er undirtøkan fyri betri umstøðum til sjósvimjarum, sum er ein alsamt vaksandi áhugabólkur.

- Sjódipping sigst at vera heilsugott, tann rørsluligi parturin, løtan úti í fríu nattúruni og góða samanhaldið, sum útifelagsskapurin gevur. Allir aldursbólkar kunnu sjódippa, men tað eru serliga tilkomin og eldri, sum hava hava tikið hetta til sín. Og tað er eisini  gleðiligt. Hetta ítrivið skapar eitt virkið og sunt lív og fremur eisini sálarbót og trivnað. Somuleiðis eru vátdraktir, og tað at leypa á sjógv, vorðið eitt vaksandi rák í millum okkara størri børn og ungdómin. Hesum ynskja vit sum býráð at lofta.

- Í næstum verður eitt sjódippara felag sett á stovn. Í hesum sambandi fara vit at seta eitt neyst uppi í Borðoyavík við møguleikum fyri skiftirúmi, sauna og vesi. Tað skapar enn eina spennandi mentan ella býarrúm, og hetta staðið fer at leggja upp til eitt frískt og virkið felagslív tætt at nattúruni, sigur Annika S. Biskopstø at enda.

 

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku