Tíðindi

12.01.2022
Korona millum starvsfólk skerjir onkrar dagstovnar

Í løtuni ger koronasmittan serliga um seg millum starvsfólk á dagstovnaøkinum, har yvir 25% av starvsfólkunum eru smittað síðan 23. desember, meðan talið á børnum, ið hava havt korona, er væl lægri.

Beint áðrenn jól byrjaði omikron-frábrigdið av álvara at gera um seg her í lokalsamfelagnum, og síðan tá er gongdin í hesi smittuni broytt munandi.

Tey góðu tíðindini eru, at flestu fólk ikki tykjast at gerast eins sjúk av nýggja frábrigdinum. Hinvegin smittar omikron munandi verri, og tí er talið av smittaðum longu stórt, og tað er hetta, sum nú ávirkar dagstovnaøkið.

Hetta merkir, at tað í løtuni mangla starvsfólk á dagstovnaøkinum og tí er tað ein stór kabal, ið skal ganga upp, fyri at fáa gerandisdagin at virka sum vanligt. Í onkrum førum er neyðugt at gera tillagingar av virkseminum.

Av hesi orsøk mugu onkrir stovnar skerja upplatingartíðina, antin hjá øllum stovninum ella í einstøkum stovum. Í øðrum førum verða stovur ella stovnar stongdir í eitt ávíst dagatal. Hetta er als ikki nøkur ynskilig støða, og vit ynskja og vóna, øll at koma úr henni skjótast gjørligt.

Foreldur og avvarandi fáa boð beinleiðs frá avvarandi stovni um, hvussu hetta ávirkar stovuna og/ella stovnin, har barn teirra gongur.

Onnur tíðindi
23.05.2022

Námsfrøð­ingar til Dr. Margrethu Barnagarð

22.05.2022

Íslendsk sendifólkatoymi á vitjan í Klaksvík

20.05.2022

Avtala undirskrivað fyri 2024

19.05.2022

Umvæla Íverksetara­húsið