Tíðindi

20.01.2022
Tilboð til tey koronaraktu

- Tíðin er komin hartil, har vit eiga og mugu hugsa um, at barnalívið eisini skal vera gott, hóast børnini fáa staðfest korona. Tí varð hetta m.a. umrøtt, tá mentanarnevndin hevði fund týsdagin.

Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, sigur, at sera nógv børn í kommununi eru og hava verið smittað við koronu. Nógv hava upplivað at sita inni í langa tíð, og fyri nógv hevur tað uttan iva verið ein avbjóðing.

- Vit hava øll tørv á frískari luft og sosialari samveru, men tað kann tykjast trupult í einari slíkari støðu. Tí hava vit valt at bjóða spæliplássið í Kráargøtu fram til tær familjur, har korona ger um seg.

- Ráðini frá Pál Weihe í hesum sambandi er, at ferðingin til og frá spæliplássinum verður skipað soleiðis, at tætt samband ikki skal vera við onnur. Víðari sigur hann, at børn hava altíð gott av at røra seg, men tá sjúka rakar, so er kanska gott at leggja sær í geyma, at vanligt spæl er at fyritrekkja heldur enn høgan aktivitet.

Jóhanna Christiansen sigur, at hetta er ein royndarskipan, sum tørvur vónandi ikki verður á í alt ov langa tíð. Í fyrstu atløgu verður hetta galdandi frá hósdegnum 20. januar til 1. februar.

- Vit vóna sjálvandi, at fólk fara at taka væl ímóti hesum tilboði. Spæliplássið í Kráargøtu er nýtt og stórt, og tí var nevndin samd um, at hetta var mest upplagda spæliplássið til hetta endamálið.

Kommunan setur skelti upp, sum kunnar um, at spæliplássið í hesum tíðarskeiði er tøkt hjá teimum, ið hava fingið staðfest korona.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy