Tíðindi

20.01.2022
Námsfrøðingar til Dr. Margrethu barnagarð

Vit søkja eftir námsfrøðingum at byrja 15.februar 2022. Annað starvið er 32 tímar í barnagarðsstovu, meðan hitt er eitt barsilsstarv á 26 tímar í vøggustovu. Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.00

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við fittum børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag.
Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum, saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki. Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikarhallirnar, svimjihøllina, fótbóltsvøllin, bókasavnið og ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv. 

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11/ 23. Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557.

Skrivlig umsøkn við prógvi, viðmæli, arbeiðroyndum o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 3.februar 2022 kl. 12.00. Um ongin námsfrøðingur søkjir starvi, verður hjálparfólk sett.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
Teldupost: margretha@margretha.fo 
Tú kanst lesa meir um stovnin á heimasíðuni www.margretha.fo 

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt