Tíðindi
- Vit ynskja at gagnnýta verandi høliskarmar hjá kommununi best møguliga, og tað er orsøkin til, at býráðið hevur samtykt at lata frítíðarskúlan Snjallubjallu fáa atgongd til væl egnaði hølir í norðurendanum av KÍ-høllini í dagtímunum gerandisdagar, sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri.
Tað var í 2018, at vit her í Klaksvíkar kommunu fingu ein serliga stóran árgang av nýføðingum – ein árgangur, sum í dag telur á leið 100 børn, sum er 30 børn fleiri enn flestu árgangir – og nú vit skriva 2025, er árið komið, har hesi børnini fara í skúla.
Hetta er orsøkin til, at býráðið hevur gjørt eina 2-ára avtalu við leiðsluna fyri ítróttarhallirnar og ítróttarøkið, um nýtslu av tveimum hølum í norðurendanum av KÍ-høllini til frítíðarskúlan Snjallabjalla.
Ein positiv avbjóðing
- Tað má sigast at vera ein tann mest positiva avbjóðingin, sum eitt býráð kann ynskja sær, at barnatalið veksur, og tí hava vit í býráðnum viðgjørt hetta málið ógvuliga jaliga, staðfestir Karl H. Johansen, borgarstjóri.
- Býráðið hevur útvegað ítróttarfeløgunum, sum húsast á ítróttarøkinum, góðar karmar at virka og mennast í, og hetta fegnast vit um og ynskja at halda fram við.
- Samstundis er tað er ein veruleiki, at partur av hesum høliskarmum ikki verða fult gagnnýttir í dagtímunum gerandisdagar, og tí letur tað seg gera – við einum góðum vilja frá øllum pørtum – at lata Snjallubjallu hava atgongd til tvey av hølunum í norðurendanum av KÍ-høllini um dagin mánadag til fríggjadag, meðan ítróttarfeløgini – eins og í dag – kunnu brúka hesi somu hølir um kvøldarnar og í vikuskiftunum eins væl og aðrar frídagar, staðfestir borgarstjórin.
Ein spennandi staðseting
- Sum borgarstjóri fegnist eg um, at tað er gjørligt at finna loysnir, har bæði frítíðarskúli, hallarleiðsla og ítróttafeløg samstarva, tí tað er hetta, sum ger slíkar loysnir møguligar.
- Fyri Snjallubjallu og børnini eru hølini í KÍ-høllini ein spennandi staðseting við góðum møguleikum fyri virksemi í einum livandi ítróttarumhvørvi.
- Samstundis er hetta eisini eitt høvi hjá feløgunum at fáa tey uppvaksandi ættarliðini nærri teirra ítróttagrein, sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri.
Betri gagnnýtsla av skattapeninginum
Til síðst, men ikki minst so sparir býráðið sjálvsagt pening við at gagnnýta síni egnu hølir enn betur, tí um hetta ikki lat seg gera, so hevði býráðið verðið noytt til antin at fara út at leiga ella gera eina íløgu í eyka hølir til Snjallubjallu.
- Hetta fegnist eg um, tí betri gagnnýtsla av skattaborgarans peningi er eitt av aðalmálum okkara, sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri.

Ferðslukunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi

Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan líkvogn
