Tíðindi

06.04.2022
Skrivstovufólk til roknskapardeildina

Klaksvíkar kommuna eftir einum starvsfólki til bókhaldið at byrja 1. mai 2022 ella skjótast møguligt. Talan er um farloyvisstarv fram til 1. september 2023.

Vit bjóða tær eitt starv, har tú gerst partur av einum lítlum toymi við duganligum starvsfólkum. Á deildini starvast trý fólk, eitt skrivstovufólk,ein fulltrúi og ein roknskaparleiðari.
Bókhaldið er ein týðandi partur av dagliga virkseminum hjá kommununi, og her fært tú ein sjálvstøðugan arbeiðsdag, ið inniheldur alt vanligt bókhaldsarbeiði, millum annað tollavgreiðslu, avstemmingar, skrásetingar og ognaryvirlit.  


Vit vænta:
• At tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving.
• At tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. 
• At tú ert nærløgd/lagdur í øllum tínum arbeiði
• At tú hevur viðkomandi kt-førleika. Tað er ein fyrimunur, ikki krav, at hava kunnleika til bókhaldsskipanina Lundan


Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:
• Hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
• Hevur góð evni at samstarva tvørtur um fakøki
• Tolir at verða avbrotin í sínum arbeiði 
• Er málsøkið og hevur ein eyðsýndan røkjuskap
• Er fyrikomandi og jaligt

Setanarviðurskifti: 
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, lønarflokkur 3. 
Møguleiki er at arbeiða niðursetta tíð.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Henry Mellemgaard, roknskaparleiðara, telefon 410011.

Umsókn: 
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast týsdagin 19. apríl 2022. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 16. 


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Skrivstovufólk til roknskapardeildina

Onnur tíðindi
14.10.2026

Býarbussu­rin koyrir aftur á middegi

14.10.2026

Eingin ferðsla í miðbýnum

14.10.2026

Býarbussu­rin koyrir ikki vegna veður

13.10.2026

Húsavørðar til Klaksvíkar kommunu