Tíðindi
Klaksvíkar kommuna søkir eftir tveimum húsavørðum, sum vilja vera við til at tryggja góðan rakstur, viðlíkahald og trivnað í teimum kommunalu bygningunum.
Talan er um tvey spennandi og fjølbroytt fulltíðarstørv í einum felags húsavørðartoymi, sum hevur ábyrgd av dagligum rakstri, viðlíkahaldi og røkt av kommunalum bygningum og økjum.
Arbeiðið verður skipað í tøttum samstarvi við aðrar húsavørðar, starvsfólk, leiðarar og uttanhýsis veitarar.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um:
- Dagligt eftirlit við bygningum, tekniskum skipanum og útbúnaði
- Fyrifallandi arbeiði og praktiskar uppgávur
- Smærri umvælingar, ný- og umbyggingar
- Viðlíkahald av bygningum innandura og uttandura
- Røkt av økjum rundan um bygningarnar
- Samskifti og samskipan við handverkarar og veitarar
- Flutning, uppsetan og onnur praktisk arbeiði í sambandi við tiltøk og virksemi
- At tryggja, at bygningar og øki eru trygg, væl røkt og innbjóðandi at nýta
Vit vænta, at tú:
- Hevur góð handalig evni og helst eina handverkaraútbúgving, t.d. sum timburmaður, húsasmiður, elektrikari,
- maskinsmiður ella líknandi
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- Ert arbeiðssamur, røkin og ágrýtin
- Dugir at síggja og taka stig til neyðugt viðlíkahald
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- Ert tænastusinnaður og jaligur í møtinum við brúkarar og starvsfólk
- Trívist við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og skiftandi arbeiðsdegi
- Hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða tær eitt gott arbeiðpláss, góðar starvsfelagar og eitt gott arbeiðsumhvørvið. Her eru arbeiðsuppgávurnar fjølbroyttar og tú hevur møguleika at takað ábyrgd og vera við til at menna og betra um kommunalu bygningarnar.
Setanarviðurskifti
Talan er um tvey fulltíðarstørv, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag ella Føroya arbeiðara- og Føroya arbeiðsgevarafelag. Lønartalvurnar síggjast á www.kaf.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Andreas H. Troest, byggifrøðingur á Rakstrar og Viðlíkahaldstoyminum, á telefon 224664.
Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 1. novembur 2026.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Húsavørðar til Klaksvíkar kommunu
Almenna byggisamtyktin fyri Klaksvíkar kommunu endurskoðað og góðkend
35 nýggj barnagarðspláss í Baldursbrá