Tíðindi

08.04.2022
Íverksetarar fingið nýggjan portal

Móttøka var í gjar í Íverksetarahúsinum, har nýggi íverksetaraportalurin varð almannakunngjørdur. Nýggi portalurin skal virka sum felags inngond hjá nýggjum íverksetum, tá ið teir skulu leita sær kunning og ráðgeving.

Sigrum Jónsveinsdóttir, stjóri í Íverksetarahúsinum, bjóðaði vælkomin og sýndi fram nýggja portalin.Oyvindur av Skarið, umboðandi Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, greiddi síðan frá frá, at arbeiði við Íverksetaraportalinum hevði verið ávegis leingi og er eisini eitt av málinum í samgonguskjalinum. Hann fegnaðist, um at Íverksetaraportalurin nú er alment er tikin í nýtslu.

Tað er vinnuframaskipanin, ið stendur aftanfyri Íverksetaraportalin og Íverksetarahúsið, ið umsitur portalin. Endamálið við Íverksetaraportalinum er at savna alla neyðuga kunning, vitan og góð ráð á einum og sama stað, fyri at tað skal gerast lættari hjá íverksetarum at fara undir egið virksemi.

Síggj portalin her: https://iverksetaraportalurin.fo/ 

Onnur tíðindi
31.03.2026

Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integratiónssam­skipari í norð­urøkinum

26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026

23.03.2026

Earth Hour í Klaksvík