Tíðindi
23.03.2026
Earth Hour í Klaksvík
Fyri at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar, fer kommunan at sløkkja øll gøtuljós í býnum leygardagin 28. mars frá kl. 20.30 til 21.30. Fyrstu ferð, at Klaksvíkar kommuna var við í hesum átakinum, var í 2013.
Earth Hour er eitt heimsfevnandi átak, har býir kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma.
Endamálið við tiltakinum er at gera fólk kring heimin varug við veðurlagsbroytingar og umhvørvið. Øll eru vælkomin at stuðla átakinum við at sløkkja ljósið í ein tíma.
Av praktiskum ávum verða tað gøtuljósini í Klaksvík, Árnafirði, Ánunum og á Norðoyri, sum verða sløkt.
Onnur tíðindi
19.03.2026
Námsfrøðingar ella hjálparfólk
13.03.2026
Send okkum títt hugskot!
12.03.2026