Tíðindi

02.05.2022
Integratións caféin var sera væleydnað

Fleiri enn 200 gestir vitjaðu integratións cafeina, sum Integratións nevndin skipaði fyri á Skúlatrð farna vikuskifti. Á skránni var tónleikur, undirhald og børn kundu royna seg at gera ymiskan mat, eitt nú flottar útskeringar úr fruktum.

Í nøkur ár hevur verið skipað fyri ”International Day”. Tiltakið í ár varð skipað eitt sindur øðrvísi, har talan meira var um eina café, har gestir kundu sita og hugna sær, meðan ymiskt fór fram á pallinum. Sigast má, at tiltakið leygardagin var sera væl eydnað, tí hóast nógv tiltøk vóru í býnum hendan dagin, m.a. tí tunnilsdagur var, so vóru millum 200-250 fólk og vitjaðu á Skúlatrøð.

Eitt serligt barnakór framførdi sangin hjá Steintóri Rasmussen, ’Tað kundi verið eg’, sum Lena Andersen hevði týtt til enskt, við heitinum ’What if it were me’. Harumframt vóru eisini sangframførslur við Steintóri Rasmusen, Karl Martin Samuelsen, Reni og Rainer (úr Indonesia), nøkur ung úr Kambodja og Phil úr Aberdeen hugleiddi um tjóðar búnan. Til seinast komu Anglena og Hannibal og undirhildu tey mongu spentu børnini.

Karl Johansen, borgarstjóri og formaður í integratiónsnevndini fegnast um, at tiltakið savnaði so nógv fólk og fekk so góða undirtøku.

-          Vit hava sett okkum fyri at skipa fyri nøkrum afturvendandi tiltøkum, sum kunnu vera við at sameina fólk og ymiskar mentanir. Hetta tiltakið vísir, at tað veruliga er tørvur á slíkum tiltøkum, sum kunnu vera við til at styrkja sambandið millum føroyingar og útlendingar, sum eru fluttir til kommununa.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy