Tíðindi

04.05.2022
Námsfrøðingar til Fjallafípuna

Fjallafípan søkir eftir trimum námsfrøðingum til dagstovnin at arbeiða 30 tímar um vikuna. Starvsbyrjan er 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu.

Í Fjallafípuni ganga børn í aldrinum 5-7 ár. Staðsetingin úti í Grøv merkir, at náttúruumhvørvið – viðarlundin, fjøran, áin og hagin, seta sín dám á gerandisdagin í Fjallafípuni. Í námsfrøðiliga arbeiðinum verður dentur lagdur á at arbeiðtt verður við menningarætlan fyri einstaka barnið.
Vit arbeiða eisini við “Betri vinir” ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing.

Vit vænta av tær:

  • At tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • At tú ert álítandi og nærverandi
  • At tú møtir væl upp og ert ábyrgdarfull/ur
  • At tú ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
  • At tú ert fleksibul
  • At tær dámar væl at vera úti og brúka náttútuna sum ein part av arbeiðinum

Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk tolir broytingar, ið koma fyri á stovninum.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um trý størv á 30 tímar hvørt. Starvsbyrjan er 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Meira fæst at vita, við at venda sær til Bjørg Rasmusardóttir, leiðara, á tlf. 251111


Umsókn
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 22. mai 2022. 


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingar til Fjallafípuna

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy