Tíðindi

12.05.2022
Arbeiðsfólk til Grótbrotið

Klaksvíkar kommuna søkir eftir arbeiðsfólki til Grótbrotið at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur 
Dagligu arbeiðsuppgávurnar eru, saman við leiðaranum í Grótbrotinum, at halda økið væl skipað, so at innkeyp, søla og útflýggjan av gróti og øðrum tilfari, sum hoyrir einum grótbroti til, er nøktandi. Afturat hesum er móttøka av avgrevstri eisini ein partur av arbeiðinum, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur. 


Førleikakrøv 
Í starvinum leggja vit dent á, at tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/ur og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og veita eina góða tænastu til vinnu og borgarar í Klaksvíkar kommunu. Umsøkjarin skal hava koyrikort til bil, og tað kann vera ein fyrimunur um umsøkjanri hevur royndir at arbeiða við stórum maskinum, sum verða nýttar til tílíkt arbeiði. 

Setanarviðurskifti  
Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Arbeiðarafeløgini. Tann, ið verður settur, skal kunna tola møguligar broytingar í starvinum.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Aksal Petersen, leiðara í Grótbrotinum, á tel. 228280.  


Umsóknir
Umsókn skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 29. mai 2022


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Grótbrotið

Onnur tíðindi
06.02.2026

Brekumboðið farið til verka

04.02.2026

Vatnið er komið aftur

03.02.2026

Blákollan 25 ár

02.02.2026

Grund­stykkjalistin dagførdur 2. februar 2026