Tíðindi

17.05.2022
Visit Norðoy latið upp í Biskupstorg

Seinnapartin í gjár varð móttøka í Biskupstorginum, har Norðoya Kunningarstova framyvir kemur at húsast, eftir hava hildið til í gamla Isengram í mong ár, ið er ein av søguligu bygningunum hjá J.F. Kjølbro.

Kunningarstovan liggur við nýggju staðsetingini í hjartanum í býnum. Harvið blívur kunningarstovan ein partur av einum miðdepli, saman við nógvum øðrum virksemi, sum heldur til á Biskupstorginum. Nýggja staðstetingin gevur kunningarstovuni nýggjar møguleikar fyri øktum virksemi, sum verður ein sjónligur partur av býarlívinum.

Til móttøkuna bjóðaði Símun Gulaksen, formaður í Visit Norðoy, vælkomin, síðan vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, Jóhannu Christiansen, forkvinnu í mentanarnevndini, og Jórun Høgnesen, stjóra fyri Visit Norðoy. Til seinast spældu Karl Martin Samuelsen og Magni Husgaard nøkur løg.

Onnur tíðindi
19.12.2025

Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir á Fossum

19.12.2025

Klaksvíkar kommuna á Jobmatch 2025

18.12.2025

Býráðsskrivstovan um jólini

18.12.2025

Jól og nýggjár: Broytingar í innsavningini