Tíðindi

23.05.2022
Norðoyastevnuskráin 2022

Hósdagur 26. mai

Kl. 11.00: Christianskirkjan: Hanus á Gørðum, sóknarprestur hevur guðstænastuna. Kristi himmalfarðardag

Kl. 17.00 – 18.30 Skákið - á Gerðagøtu 3. Talvkapping fyri børn og ung. 4. flokkur og yngri
Tilmelding á staðnum. Heiðursmerki verða latin

Kl. 19.00: Í Atlantis. Filmur: Top Gun. Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.

Kl. 19.30 – 21.00 Skákið - á Gerðagøtu 3. Talvkapping fyri børn og ung. 5. flokkur og eldri
Heiðursmerki verða latin. Tilmelding á staðnum

Kl. 20.00: Christianskirkjan. Haderslev Domkirkes Drengekor
Við í framúr góða kórinum eru 56 sangara úr nýggju ára aldri og uppeftir. Hava verið við til fleiri ymsar kappingar. Tú kanst hitta og hoyra hetta serstaka kóri í Christianskirkjuni  

kl. 20.00: Soli Deo Gloria – Klaksvíksvegur 56. Ungdómsmøti v/ Eriku Kristiansdóttir Winther.

Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?

Fríggjadagur 27. mai

Kl. 09.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum er opin
Kl. 09.00 – 14.00 Norðoyastevnu brunsj - sjálvtøkuborð
Kl. 12.00 – 21.00 Vanlig matskrá

Kl. 09.30 –12.00 Café Gloria – Stangavegur 16. Caféin selur morgunkaffi og -te við onkrum góðum afturvið
Kl.10.00: Morgunsangur á Café Gloria – Stangavegur 16

Kl. 10.30: Klaksvíkar bókasavn: Søguhugni – Tiltak fyri børnum undir skúlaaldri.
Vit fara at lurta eftir søgu og syngja sangir

Kl. 12.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum. Vanlig matskrá

Kl.13.00 – 17.00 Norðoya Fornminnasavn. Nýggj áhugaverd framsýning í Spaniastovu og Gamla Apotekinum
Serlig verkætlan er gjørd í Spaniastovu at lýsa ymiskar partar av arbeiðslívinum hjá fólki fyrr í tíðini.
Her hevur Edward Fuglø, listamaður verið við í sniðgevingini.

Kl.14.00 - 21.00   Café Fríða á Biskupstorginum. Norðoyastevnu-suppur og nýbakað breyð á sjálvtøkuborðinum. Nógvar nýbakaðar køkur og gott at drekka

Kl. 16.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen letur upp. Til ferniseringina heldur Bartal Augustinussen røðu og Benjamin, Son of Fortune syrgir fyri tónleikinum. Aftaná verður lætt ábit

Kl. 16.00 – 19.00 Gamla Seglhúsið. Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen

Kl. 17.00 – 22.00 Í Royndini Fríðu – Nólsoyar Pálsgøta 7. Støkk-upp-matstova á Norðoyastevnu.                   Kongsstovan í Haraldssundi borðreiðir við føroyskum stevnubitum. Í Royndini Fríðu.  

Kl. 18:00: Pike: Upphiting til KÍ - EB/Streymur

TIVOLI-økið við vøllin
kl. 18.00 – 24.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum
kl. 18.00 – 24.00 Súkklubátar, Fiskibrunnur,Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum
kl. 18.00 – 24.00 Stórt hoppiland á Akursmørk
Kl. 18.00 – 20.00 Útitalv við Tingstaðið í Vágstúni. (um viðrar)
Útitalv við stóru talvfólkunum. 

Kl. 18.30 – 22.00 KFUM og K - Gerðagøta 16. Kondibingo. KFUM og K-skótarnir skipa fyri kondibingo. Til ber eisini at keypa sær ein drekkamunn.

Kl. 19.00: við Djúpumýru. Betri deildin menn 2022: KÍ - EB/Streymur

Kl. 19.00: Í Atlantis. Top Gun. Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.

Kl. 20.00: Crescendo í Christianskirkjuni. Kenda kvinnukórið úr Horsens, Crescendo vitjar í Klaksvík á Norðoyastevnu. Tey hava eina samansetta konsert av kirkjuligum tónleiki. Eisini er ein partur við donskum og føroyskum sangum.

Kl. 20.00: Emmaus – Uppsalagøta 10, Ungdómsmøti v/ Hjalmar Arge

Kl. 21.00: KFUM og K - Gerðagøta 16. Ungdómsmøti við Jeffri Johannesen. Lilja Klein Joensen kemur eisini at framføra.

Kl. 21.30: í Dávavirkinum. Konsert við Páll Brim og Adrenaline í Dávavirkinum. Øll eru hjartaliga vælkomin!  Konsertin er ókeypis, men fólk eru vælkomin at lata eitt oyra til nýtt videolag hjá Adrenaline. Eisini fáast Adrenaline t-blusir til keyps.

Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?

Kl. 21.00 - 03.00   Skálin, Bøgøta 11. Uppá gólv og tá - Klaksvíkar Dansifelag. Almennur dansur í Skálanum. Á skránni verða bæði føroyskur og harmonikkudansur. Kostnaðurin fyri kvøldið er kr.100,- og møguleiki er at keypa sær smyrjibreyð o.a.

Kl. 21.00: Føroyskur dansur
Kl. 22.00: Harmonikudansur
Kl. 23.00: Føroyskur dansur
Kl. 24.00: Harmonikudansur
Kl. 01.00: Føroyskur dansur
Kl. 02.00 - 03.00: Harmonikudansur

Kl. 22.30 - 03.30 Roykstovan - Pub quiz. Pub quiz v/ Kristian Joensen verður - 18 ára aldursmark og ókeypis atgongd

00.00 – 03.45: Pike. Jens Marni spælir og syngur

Leygardagur 28. mai

Kl. 09.00: við Djúpumýru. Dreingir U13 C1 millumumfør 2022. KÍ c, B36 c, B36 e, EB/Streymur c

Kl. 09.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum er opin. Kl. 09.00 – 14.00 er brunsj - sjálvtøkuborð

Kl. 12.00 – 22.00 Í Royndini Fríðu – Nólsoyar Pálsgøta 7. Støkk-upp-matstova á Norðoyastevnu. Kongsstovan í Haraldssundi borðreiðir við føroyskum stevnubitum Í Royndini Fríðu.  

Kl.13.00 – 17.00 Norðoya Fornminnasavn. Nýggj áhugaverd framsýning í Spaniastovu og Gamla Apotekinum. Serlig verkætlan er gjørd í Spaniastovu at lýsa ymiskar partar av arbeiðslívinum hjá fólki fyrr í tíðini. Her hevur Edward Fuglø, listamaður verið við í sniðgevingini.

Føroya Bjór renningin – við Føroya Tele børn, vaksin við Akursmørk

Kl. 11.00             Menn/Kvinnur (f. 1977-2008) – 5 km
Kl. 11.00             Menn/Kvinnur Veteranar (f. 1967-1976) – 5 km
Kl. 11.00             Menn/Kvinnur Superveteranar (f. 1966 ella fyrr) – 5 km
Kl. 11.40             Dreingir-7/Gentur-7 (f. 2015 ella seinni) – 450 m
Kl. 11.50             Dreingir-10/Gentur-10 (f. 2012-2014) – 450 m
Kl. 12.00             Dreingir-13/Gentur-13 (f. 2009-2011) – 900 m
Kl. 12.15             Heiðursmerkjahandan við Norðoya Sparikassa

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF – www.treysti.fo. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 27. mai kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. 

Kappróður

Kl. 13.00: Norðoyastevnan verður sett - Í Klaksvíksgarðinum. Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini heldur røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Kl. 13.15: Í Klaksvíksgarðinum: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður flytir fram heiðursrøðu um føroyska bátin - UNESCO hevur sett føroyska bátin á listan yvir heimsarv. Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Kl. 13.30 – 14.50     Kappróður - FM-barnaróður
Kl. 15.30 – 17.40      Kappróður - FM-róðrar
Róðurin verður vístur á stórskíggja á vestaru bryggju. Til ber at keypa okkurt leskiligt.
Kl. 18.00: Heiðursmerkjahandan í Klaksvíksgarðinum – Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, handar steyp og heiðursmerki

Kl. 13.15: við Djúpumýru. Dreingir U13 C2 millumumfør 2022. KÍ d, NSÍ c, B36 d, FC Hoyvík b

TIVOLI-økið við vøllin

kl. 14 - 01: Súkklubátar, Fiskibrunnur,Trampolin, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið
kl. 14 - 01              TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum
kl. 14 - 01              Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum
kl. 14 - 01              Fisk og Chips søla á Tivoliøkinum
kl. 14 - 01              Pannukøkubúðin selur á Tivoliøkinum
kl. 14 - 01              Biografur: í 3D bio-vogninum á Tivoli økinum
kl. 14 - 01              Stórt Hoppiland á Akursmørk
kl. 18                     (Áftaná kappróðurin) 24” Bekk-lið-Etikapping – Manningin á áttamannafarinum, Nevinum Reyða fer at kappast um, hvør er Føroya Størsti átari 2022. Kappingin fer fram uttanfyri Hjá Frank – Bøgøta 12.

Kl. 19 - 20: Countrybólkurin á Tivoliøkinum

Kl. 14.00 - 21.00: Café Fríða á Biskupstorginum. Norðoyastevnu-suppur og nýbakað breyð á sjálvtøkuborðinum.

Kl. 15.00 – 19.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen

Kl. 16.00 – 20.00: Miðhøllin á Skúlatrøð. Norðoyastevnuframsýningin 2022. Klaksvíkar Rotary Klubbi skipar fyri

Kl. 18.00: Heiðursmerkjahandan – Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, handar steyp og heiðursmerkir eftir kappróðurin á vestaru bryggju

Kl. 18.00 – 24.00 Pike: Kokkurin grillar á terassuni uttanfyri Pike

Kl. 19.00: við Djúpumýru. 3. deild menn innl. C 2022. KÍ - Víkingur a

Kl. 19.00 – 23.00: Klaksvíkar svimjihøll í Vælveruøkinum. Kvinnukvøld í Vælveru í Klaksvíkar svimjihøll. Har eru góðar umstøður - inni er heilsuklivi, dampbað og gosbað. Uttandurða er gosbað, kaltvatnskar, kaltvatnsspann og sauna. Meir kann lesast á www.saunagos.fo og har kanst tú keypa atgongumerki.

Kl. 19.00: Í Atlantis. Top Gun: Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.

Kl. 20.00: Pike: Champions League finalan verður víst

Kl. 21.00: Í Vágstúni. Betesda hevur útimøti niðanfyri Føroya Bók. Góður tónleikur og sangur við m.a. sangbólkinum, Vitin

Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?

Kl. 22.30: Í Vágstúni. Live-tónleikur á pallinum í Vágstúni. Herborg Torkilsdóttir syngur og spælir.

Kl. 23.00: Í Vágstúni. Felagssangur við góðum undirspæli frá Fuglafjarðar Harmonikufelag

Kl. 23.30: Í Vágstúni – á stóra pallinum. Klaksvíkar Hornorkestur spælir horntónleik. Á stóra pallinum í Vágstúni

kl. 23.30 – 03.45 STÓR-dansur í KÍ-høllini við Herborg Torkilsdóttir og Ratchid. 18 ára adursmark - NFÌ skipar fyri

Kl. 24.00: Midnáttarsamkoma - Í Vágstúni. Kyndlagonga kemur í Vágstún. Pál Weihe, professari og granskari heldur røðu. Eftir midnáttarrøðuna verður stórt fýrverkarí sent upp.

Kl. 24.00:  KFUM og K - Gerðagøta 16: Midnáttarcafé - eftir fýrverkið. við tónleikaframførslum og suppu

Kl. 24.00 - 03.45 Roykstovan - Livandi tónleikur. Live tónleikur við Frankie Jensen og Ási Mikkelsen. 18 ára aldursmark og ókeypis atgongd.

Kl. 24.00 – 03.45: Pike:  Tónleikur & dansur

Sunnudagur 29. mai

kl. 11.00             Christianskirkjan. Øssur Kjølbro, prestur hevur Norðoyastevnugudstænastuna

kl. 12.00             Soli Deo Gloria, Klaksvíksvegur 56. Møti við vitjan úr Esbjerg. Eftir møtið verður miðmáli

Kl. 14.00         Skrúðgonga og Norðoyastevnurøða

Skrúðgonga – Klaksvíkar Hornorkestur, býráðs- og bygdarráðslimir úr Norðoyggjum, skótar og ítróttarfólk fara úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har Jóhanna á Bergi, stjóri flytur fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Kl. 14.45             KFUM og K - Gerðagøta 16. Eftir skrúðgonguna í Vágstúni. Norðoyastevnu café við tónleiki

TIVOLI-økið við vøllin

kl. 14 - 23            TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum
kl. 14 - 23            Fisk og Chips søla á Tivoliøkinum
kl. 14 - 23           Pannukøkubúðin selur á Tivoliøkinum
kl. 14 - 23           Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum        
kl. 14 - 23           Biografur: í 3D bio-vogninum á Tivoli økinum
kl. 14 - 23           Stórt Hoppiland á Akursmørk
kl. 18.00             Undirhald: Trølla Pætur og Omman (trøllini) undirhalda á Tivoliøkinum (við fótbóltskýlið)
kl. 20 - 21        Bára Silvansdóttir syngur á Tivoliøkinum
kl. 21 - 22         Karstin Danielsen og Rani Nolsøe syngja á pallinum á Tivoliøkinum

Kl. 15.00 – 20.00 Miðhøllin á Skúlatrøð. Norðoyastevnuframsýningin 2022. Klaksvíkar Rotary Klubbi skipar fyri.

kl. 15.00 – 17.00: Saunagos verður í Klaksvíkar svimjihøll

Kl. 15.00 – 19.00 Í Royndini Fríðu – Nólsoyar Pálsgøta 7. Støkk-upp-matstova á Norðoyastevnu. Kongsstovan í Haraldssundi borðreiðir við føroyskum stevnubitum Í Royndini Fríðu.  

Kl. 15.00 – 19.00 Gamla Seglhúsið: Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen

Kl. 15.00 við Djúpumýru. Betri kvinnur 2022. KÍ - NSÍ

Kl. 17.30 við Djúpumýru. U21 Dreingir innl. B 2022. KÍ b – Víkingur

Kl.18.00: KFUM og K - Gerðagøta 16. Møti við Ann Hermansdóttur, presti. "Jesus er keldan til ávøkst" Nátturði verður aftaná.

Kl.18.00: Emmaus – Uppsalagøta 10. Møti v/ Atla Rasmussen. Sunnudagsskúli undir møtinum. Vit grilla eftir møtið

Kl.19.00: Betesda - Útgávukonsert til heiðurs fyri Árna Jacobsen, sála. Nýggja fløgan er sungin og innspæld við sangum, sum Árni Jacobsen hevur yrkt ella týdd. Á fløguni eru seytjan sangir, sungnir av Betesdakórinum, Kvartettini í Betesda, Vitanum og Zamar.
Ein sangur verður sungin av børnunum hjá Árna og Elisabeth.
Steðgur verður við einum góðum drekkamunni. Høvi verður at ogna sær fløguna.

Kl. 19.00: Í Atlantis. Top Gun - Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda. Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.

Kl. 20.00: KFUM og K - Gerðagøta 16. Opið hús við borðspælum, drekkamunni, borðtennis o.a

Kl. 21.30: Í Atlantis. Downtown Abbey - A New Era. Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað. Men hví hevur hon arvað hana?

Norðoyastevnuskráin 2022

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy