Tíðindi

31.05.2022
Nýtt útiøki á Skúlatrøð

- Í góðum samstarvi við skúlaleiðslu, lærarar og næmingar hevur ein byggibólkur gjørt uppskot til nýtt útiøki norðan fyri Skúlatrøð, sum er samtykt av býráðnum, og nú fer arbeiðið í gongd, sigur Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.

Leikur og spæliútgerð er bíløgd, og um stutta tíð fer arbeiðið, at gera fyrra partin av hesum nýggja útiøkinum, í gongd. Tað, sum verður gjørt í ár, er eitt amfi og ymsar møguleikar fyri aktivitetum og leikum.

- Eftir ársskiftið verður so hildið fram við fremjingini av seinna parti av hesum nýggja útiøki. Tann parturin fevnir m.a. um ein sparkivøll umframt aðrar møguleikar at verða virkin likamliga.

- Tað, at næmingarnir hava okkurt ítøkiligt at takast við í skúlagarðinum, kann eisini styrkja felagsskapin og sostatt trivnaðin hjá næmingunum. Tað hevur stóran tyðning, sigur Eyðstein Ó. Poulsen.

Eisini eitt útiøki til allan býin

Nýggja útiøkið, sum serliga er ætlað miðdeild skúlans (4.-6. flokk), fer fyrst og fremst at verða til gleði fyri næmingarnar á Skúlatrøð, sum leingi hava saknað nøktandi útimøguleikar, men eisini verður hetta eitt spennandi stað fyri almenningin, har ein kann fara saman við børnum og ungum og hugna sær í frítíðini.

- Hetta hava vit longu sæð á útiøkinum suðureftir á Skúlatrøð, at børn, ung og familjur dagliga og í vikuskiftum hugna sær við teimum møguleikum, sum har eru. Hesir møguleikar gerast nú enn fleiri, sigur Eyðstein.

Fyrri partur liðugur í heyst

Fyrsti partin av arbeiðinum, sum verður gjørdur í ár, og sum vónandi verður liðugur í heyst, kostar umleið 3 mió. kr.

Byggibólkurin, sum hevur arbeitt við innrættingini av økinum, er mannaður við umboðum fyri Skúlatrøð, býráðsumsitingina og politisku skipanina – hesir persónar:

Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung, Vivian Guðjónsson, varaskúlastjóri, Unnur Fonn, lærari, og Carsten Wigant Andersen, lærari, umboð fyri skúlan, Hans Fróði Hansen, byggifrøðingur, og John Færø, trivnaðarstjóri.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars