Tíðindi

10.06.2022
Útbjóðing av reingerð

Klaksvíkar kommuna hevur tørv á reingerð til ein ansingarstovn í kommununi. Í tí sambandi bjóða vit hetta arbeiðið út.

Talan er dagliga reingerð á dagstovninum Mylnuhúsið, ið heldur til á tveimum bústøðum, arbeðstíðin er í størstan mun eftir kl. 16.00.

Arbeiðsuppgávur 

Daglig reingerð, har reingerðarætlan verður fylgd

  • Vaskað verður eftir at børnini eru farin heim. 
  • Vasking av moppum, lappum og øðrum er eisini partur av arbeiðnum. 
  • Starvið tillagar seg nýtsluna á stovninum.
  • Árlig høvuðsreingerð
  • Dentur verður lagdur á røkiskap og gott samstarv millum øll starvsfólk í Mylnuhúsinum


Møguleiki er at síggja hølini áðrenn tilboðið verður latið inn, hetta kann avtalast við at ringja til Maju Højsted, leiðara, á tlf. 237710

Ynskja tit at bjóða uppá arbeiðið, skal tilboðið vera okkum í hendi í seinast lagi 22. juni. Møgulig boð skulu sendast til starv@klaksvík.fo. Tann, ið fær uppgávuna, skal byrja 27. juni ella skjótast til ber.

Tillagingar kunnu vera í arbeiðsuppgávuni og árlig eftirmeting verður gjørd av samstarvinum.

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt