Tíðindi

15.06.2022
Nýggja kappróðrarneystið reist

Seinnapartin í dag varð reisigildið hildið í nýggja kappróðrarneystinum, sum í løtuni verður bygt uttast á útfyllingini í miðbýnum. Tað er byggifyritøkan Malltek, sum er høvuðsarbeiðstakari.

Arbeiðið byrjaði fyrst í árinum og í dag veittraði Merkið, saman við fløggum frá kappróðrarfelagnum, yvir nýggja prýðiliga neystinum, sum eftir ætlan skal standa liðugt seint í heyst.

Fitt av fólki var komið saman til reisigildið. Arbeiðsfólk, politikkarar og eisini nevndin í Klaksvíkar kappróðrarfelag var væl umboðað til hátíðarhaldið. Karl Johansen, borgarstjóri, segði nøkur orð og síðan varð boðið til ein døgurða í arbeiðsskúrinum.

Borgarstjórin gleddist saman við nevndini í felagnunum um umstøðurnar, sum kappróðurin í býnum nú fær. Tað fer at gera tað hugaligt hjá bæði nevnd og rógvarum í arbeiðinum fram ímóti góðum úrslitum.

Nýggja kappróðarneystið er mett at kost umleið 9. mió. krónur.

Onnur tíðindi
27.12.2025

Boða frá nýggjársbáli

19.12.2025

Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir á Fossum

19.12.2025

Klaksvíkar kommuna á Jobmatch 2025

18.12.2025

Býráðsskrivstovan um jólini