Tíðindi

11.07.2022
Kunngerð: Byggisamtyktarbroyting fyri A28 og C18 og landbúnaðarøkið, Trøllanes

Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 24.02.2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu. Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta økismarkið millum A28 (blandað íbúðar- og vinnuenduamál) C18 (almenn endamál) og landbúnaðarøkið.

Broyting av økismørkum

Broytingin umfatar hesar økispartar: nr. 10a, 11a, 11b, 13, 14, 24, 25, 26 og a á Trøllanes.

Tilfar, sum lýsir uppskoti um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu
liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 08.07.2022 – 29.07.2022 og er somuleiðis at síggja her: Byggisamtyktarbroyting 

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi
19.08.2022. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin viðmerkið mál nr. 21/01715.

Klaksvíkar Býráð 08.07.22

Onnur tíðindi
29.10.2026

Minningarhald teirra sjólátnu

28.10.2026

Býráðsskráin 29. oktober

28.10.2026

Starvs­fólk til Blákolluna (longd freist)

23.10.2026

Dagføringar gjørdar í Badminton­høllini