Tíðindi

13.07.2022
Fjallafípan fær betri og víðkaðar karmar

Mikudagin 13. juli 2022 skrivaðu Karl H. Johansen, borgarstjóri, og Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús, undir arbeiðssáttmalan millum kommununa og Norðhús, sum nú fer undir at bróta niður elsta partin av Fjallafípuni og byggja ein nýggjan bygning ístaðin.

Útibarnagarðurin Fjallafípan, sum hýsir elsta árganginum áðrenn 1. skúlaflokk, er staðsettur í sera góðum umhvørvi beint við viðarlundina úti í Grøv, og er eisini sera væl umtóktur millum bæði børn, foreldur og starvsfólk.

Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung, fegnast um, at henda neyðuga víðkan og nýgerð av Fjallafípuni nú verður framd:

- Vit eru í tí hepnu støðu, at talið av børnum í kommununi økist í løtuni, har eisini onkur árgangur er serliga stórur. Av hesi orsøk er tørvur á at víðka hølisumstøðurnar í Fjallafípuni, so stovnurin megnar at hýsa øllum árganginum.

- Harumframt er tað ein sannroynd, at elsti parturin av Fjallafípuni ikki longur er í nøktandi standi til endamálið.

- Av hesum orsøkum er neyðugt at víðka Fjallafípuna við umleið 20 plássum afturat, samstundis sum tann elsti parturin verður tikin niður, sigur Eyðstein Ó. Poulsen, sum eisini leggur dent á, at við hesum verður útiøkið hjá Fjallafípuni gjørt av nýggjum.

Avtalað er við Norðhús, at henda útbygging skal standa liðug á sumri í 2023, og fer Fjallafípan tá at hava pláss til umleið 105 børn, og á henda hátt verður framhaldandi pláss til allan elsta árgangin áðrenn skúlabyrjan.

Seinastu mánaðirnar hevur ein arbeiðsbólkur fyrireikað hesa útbyggingina av Fjallafípuni, herundir arbeitt við innrætting av stovninum.

Í arbeiðsbólkinum vóru hesir limir: Eyðstein Ó. Poulsen, formaður, Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipari, Tonja Sonhardsdóttir, varatrivnaðarstjóri, Sanna Brandal, námsfrøðiligur ráðgevi, Bjørg Rasmusardóttir, leiðari í Fjallafípuni, Hans Fróði E. Hansen, byggifrøðingur, og John Færø, trivnaðarstjóri.

Verkætlanin er samanlagt áljóðandi smáar 7 mió. kr., og arbeiðið at taka niður elsta partin av Fjallafípuni byrjar beinanvegin. Hetta arbeiðið verður gjørt, meðan stovnurin er í summarfrí.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy