Tíðindi

09.08.2022
Kunningarfundur um heilsufótbólt

Týskvøldið 9. august kl. 19.00 verður skipað fyri kunningarfundi í samband við, at verkætlanin í næstum fer av bakkstokki. Fleiri enn 70 tilmeldingar eru longu skrásettar, men enn ber til hjá teimum, sum enn ikki hava meldað til, at tekna seg.

Karl Johansen, borgarstjóri, er ein av teimum, sum hevur meldað seg til.

- Sum eg havi sagt fyrr, so haldi eg at hetta er ein ómetaliga spennandi verkætlan. Hon eggjar okkum, sum eru farin upp um 60 ára aldur, at koma saman og at vera virkin.

- Tað eru líka nógvar kvinnur, sum menn, ið hava meldað seg til, so eg ímyndi mær eisini, at tað fer at stuðla undir góðan trivna.

Kunnað verður um sjálva verkætlanina og onnur praktiskt viðurskifti. Eisini verður møguleiki at seta spurningar.

Fundurin verður á loftinum í KÍ høllini 9. august kl. 19.00


Tilmeldingarfreist

Síðsta freist at melda til er mikudagin 10. august. Tað merkir, at tey sum ivast, hava møguleika at møta upp til kunningarfundin og síðan taka endaliga støðu, um hetta er eitt átak, sum tey ynskja at verða ein partur av.

Meira kunning um verkætlanina: Heilsufótbóltur fyri kvinnur og menn 60+ kann lesast her: Heilsufótbóltur

Onnur tíðindi
23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026

23.03.2026

Earth Hour í Klaksvík

19.03.2026

Námsfrøð­ingar ella hjálpar­fólk

13.03.2026

Send okkum títt hugskot!