Tíðindi

01.08.2022
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg

Lýsing: Stórt og snotiligt handilshøli í hjartanum í miðbýnum, við tilhoyrandi goymsluhøli í undirhæddini, er tøkt at leiga. Saman við Kaffihúsið Fríða, Visit Norðoy, 2U, URBANE og Madame Vælvera kanst tú gerast partur av fjølbroytta virkseminum í miðbýnum.

Stutt um miðbýin:

Fyrsta byggingin í miðbýnum er stóri bygningurin við Biskupstorg við 30 íbúðum, veghædd til kommunalt virksemi, umframt handils- og matstovuvirksemi og eina undirhædd til tøkni og goymsluendamál, bæði hjá íbúðunum, kommununi og virkseminum í veghæddini.

Ein annar partur er sjálvt Biskupstorg, sum er uttanumøkið. Í vetrarhálvuni er Biskupstorg karmur um væl vitjaðu skoytubreytina, umframt onnur tiltøk, sum gjøgnum alt árið skapa lív, trivnað og hugna fyri borgararnar.  
Byggingin og menningin av miðbýnum fer við tíðini at fevna um fleiri spennandi bygningar, torg, bryggjukantar v.m.


Hølisviðurskifti:

  • Leigumálið er 110,30 m2
  • Afturat koma 26, 10 m2 av goymsluhøli í undirhæddini
  • Leiguprísurin verður ásettur eftir galdandi marknaðarprísi, sum í løtuni er 13.997,66 kr. um mðr. + mvg og gjald fyri ljós og hita.
  • Hølið er í norðara enda av veghæddini; við síðuna av handlinum URBANE.

Virksemi:
Umsøkjarin, ið fær hølini í boði, fær nýggj, stásilig høli í hjartanum av miðbýnum, og fær hann somuleiðis ágóðan av fjølbroytta vinnuvirkseminum, sum longu er í økinum. Saman við núverandi handils- og matstovuvirksemi verður góður møguleika fyri at gerast partur av miðbýarmenningini í Klaksvík.


Støðutakan:
Støða verður tikin til innkomnar leiguumsóknir út frá eini heildarmeting, sum tekur støði í endamálinum við veghæddini við Biskupstorg. Kommunan tilskilar sær rætt frítt at velja ella at havna øllum umsóknum.

Umsóknir skulu latast: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík, Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóra, ella sendast til eirikur@klaksvik.fo, og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. august 2022 kl. 12:00.

Klaksvíkar kommuna

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy