Tíðindi

08.08.2022
Køksfólk til Snjallubjallu

Tímir tú at gera mat í einum stuttligum og kveikjandi umhvørvi? Vit søkja eftir køksfólki til frítíðarskúlan Snjallubjallu at byrja 1. september 2022. Talan er um farloyvisstarv til 1. mars 2023.

Talan er um eitt hálvtíðarstarv, og verður uppgávan at gera heilsugóðan millummála til børnini, at keypa inn og eisini at hava børnini við í matgerðini.

Setanarviðurskifti:
Talan er um farloyvisstarv á 20 tímar um vikuna, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Arbeiðarafeløgini.

Umsóknir:
Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 18. aug. 2022. Umsøkjarar við útbúgving og/ella royndum innan matgerð hava fyrimun.
Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Beintu Klakstein, leiðara, á tlf. 218878

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: "Køksfólk til Snjallubjallu".

Onnur tíðindi
08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar

08.05.2025

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkra­hús