Tíðindi

30.08.2022
Leggja flag á kappróðrarneystið

Tað hevur gingið væl við at smíða neystið, og hava teir fylgt tíðarætlanini rættiliga væl. Bygningurin er fyri stóran part smíðaður inni sum elementir – størri bygningslutir, og síðani sett upp á staðnum.

Bygnignurin er býttur upp í tvey. Eitt neysti, sum ikki er hitað, og síðani eru venjingarhølir, wc- og bað, umframt fundarhøli og uppilhaldsøki í heita partinum.

Tá ið tað er góðveður, sum nú, leggja teir flag á og annars innrætta teir og gera liðugt inni. Eini 800 m2 av flagi skulu leggjast á, og er tað skorið í Saksunardali.

Á byggiplássinum hava staðið 70 plattar av flagi, og ein lítil helmingur komin upp at liggja. Fyrra lagið verður lagt við grasinum niðureftir, síðani trol ímillum og tað ovaralagi við svørðinum upp.

Grundvíddin á bygninginum er 470 m2 og síðani er ein lítil loftshædd við fundahøli og goymslu á 120 m2. Bygningurin verður hitaður við sjóhitaskipan.

Tað er Malltek, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna, meðan Ósbjørn Jacobsen Arkitekatar hava teknað. Gongst sum ætlað, stendur bygningyrin liðugur í november í ár.

Onnur tíðindi
12.02.2026

Miðlan stongt 13. februar

12.02.2026

Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá Formula

11.02.2026

Torraskráin 2026 er tøk

10.02.2026

Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu