Tíðindi

30.08.2022
Eginvenjing á Viðareiði byrjar 1. september

Eginvenjingin verður í skúlanum á Viðareiði týsdagar og hósdagar kl. 13:30 til 16:00, undantikið halgidagar og aðrar frídagar.

Eginvenjingin, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta skipar fyri, er ókeypis og ætlað borgarum búsitandi norðanfyri fjall, sum eru 67 ár og eldri.

Venjingin er undir egnari ábyrgd og má útinnast sjálvstøðugt. Tó er møguleiki at fáa vegleiðing við at ringja á tel. 793467 yrkadagar kl. 9:00 – 15:00.

Eginvenjing á Viðareiði - faldari

Av tí at venjingarhølini eru á skúlanum, verður heitt á tey, sum venja, at ganga væl um, og kunnu í mesta lagi 7 fólk venja í senn.

Um tørvur er á aðrari tænastu frá fysio- og ergoterapeutum í NBH, kunnu heimabúgvandi fólkapensjónistar, teirra avvarðandi ella fakfólk seta seg í samband við fysio- og ergoterapieindina, Ven og Virka, Kjalarvegur 48, 700 Klaksvík, tel. 793464, ella við at fylla út umsóknarblaðið um tænastur, sum sæst á heimasíðuni www.nbh.fo, og senda tað til nbh@nbh.fo

Onnur tíðindi
16.09.2026

Róðrarneystið verður nýtt til nógv ymisk endamál

14.09.2026

Rúmdarfyrilestur v/­David Arge Klevang í Varpinum

09.09.2026

Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu

07.09.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu Barnagarð