Tíðindi

07.09.2022
Húsavørður til dagstovnaøkið

Klaksvíkar kommuna søkir eftir einum húsavørði til dagstovnaøkið at byrja skjótast gjørligt. Dagstovnarnir hjá kommununi eru 7 í tali umframt frítíðarskúli, og kemur tú saman við øðrum húsavørði at hava dagliga umsjón við hesum.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Talan er um ymiskar fyrifallandi uppgávur á dagstovnunum, viðlíkahald av bygningunum, bæði inni og úti, umframt uttanumøki og spæliplássini hjá barnagørðunum.
Arbeiðsbilur er knýttur at starvinum, og húsavørðarnir hava egin hølir at arbeiða útfrá, til goymslu o.a.


Førleikakrøv

  • Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og eina handverkaraútbúgving at stuðla undir hetta, t.d. timburmaður, húsasmiður e.l.
  • Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi og lættliga kunna fara til verka við teimum fjølbroyttu uppgávunum á dagstovnunum.
  • Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, ágrýtin og røkin. Tað hevur týdning, at tú sjálv/ur dugir at síggja, hvørjum tørvur er á í mun til viðlíkahald o.a. 
  • Vera fyrikomandi og duga at samskifta við bæði børn og vaksin.
  • Tú skalt hava koyrikort til persónbil


Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fast fulltíðarstarv, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag. Lønartalvan sæst á www.kaf.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Niels Juel, barnaansingarsamskipara, á  tlf. 284538


Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast 21. septembur 2022 Søk starvið við at trýsta á leinjuna her: Húsavørður til dagstovnaøkið

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku