Tíðindi

14.09.2022
Íslendski aðalkonsulin á vitjan

Í dag var íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Ágústa Gísladóttir á vitjan hjá borgarstjóranum, Karl H. Johansen.

Talan var um eina kurteisvitjan, nú Ágústa Gísladóttir nýliga er sett í hetta starvið í Føroyum. Við í ferðini var eisini Brynja Ósk Birgisdóttir, skrivari á sendistovuni. Tey prátaðu m.a um embætini bæði, um vinnuna, íverksetanarhúsið og mentan í breiðari merking í Klaksvík.

Eisini um virksemið hjá Ágústa Gísladóttir í Íslandi innan gransking og menning í fiskivinnuhøpi – serliga hágóðsking av fiskavørum, og at hon hevði skiftivís arbeitt í Afrika sum serkøn í eini 28 ár.

Síðani sóu tær eina kunnandi framløga um Klaksvík í breiðum høpi - eisini um vinarbýirnar, har Kópavogur og Klaksvík eru vinarbýir.

Eftir vitjanina varð farið í Mentanarhúsið, Varpið, har høvið var til eitt stutt prát við ”føroyska sendimannin á Ástjørn í Íslandi”, Victor Dánjalsson. Tær vóru hugtiknar av hansara arbeiði í samfull 45 ár á Ástjørn.

Fysta árið Victor fór til Ástjørn var í 1977. Síðani hevur hann verið har yviri hvørt einasta ár og onkuntíð upp í tríggjar ferðir – longsti steðgurin har yviri hevur verið átta viku.

Á Ástjørn eru barnalegur hvørt summar og hava Victor og hópin av føroyingum, sum hann hevur biðið hjálpt til, verið har yviri og umvælt, útbygt og gjørt ábøtur, so legurnar hava kunnað verið og mennst eisini øll hesi árini.

Ágústa Gísladóttir og Brynja Ósk Birgisdóttir vóru hugtiknar av mentanarhúsinum og hildu hetta húsið kundi hava nógv ymiskt og spennandi at bjóða í framtíðini.

Áðren leiðin aftur lá til Tórshavnar, vildu tær sleppa at heilsa uppá standmyndina av Elinborg Lützen.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy